Emily herjar Meksiko

Meiri enn 60.000 fólk vórðu flutt burtur, áðrenn tropiska ódnin Emily rakti meksikonsku strondina í gjár. Haðani fer hon til USA.

Emily rakti strondina á Yucatan-nesinum í Meksiko gjáramnorgunin. Meksikonsku veðurmenninir høvdu boðað frá, at vindferðin fór at koma upp um 200 kilometrar um tíman, og at tað fór at regna sera illa.

Á Yucatan-nesinum eru fleiri væl umtókt frítíðarstøð so sum Cancun og Playa del Carmen, og teir meksikonsku myndugleikarnir gjørdu av at flyta nógv fólk burtur haðani, áðrenn ódnin bar við land. Sambært løgregluni eru meiri enn 60.000 fólk flutt burtur av vandaleið, og teirra millum eru nógv útlendsk ferðafólk. Harumframt valdu umleið 50.000 útlendsk ferðafólk at fara heim í úrtíð, og umleið 340 flogfør hava flutt ferðafólkini til USA, Kanada og Evropa, skrivar AP.

Veðurmenninir siga, at Emily fer at missa nakað av sínari megi, meðan hon er yvir Yucatan-nesinum, men at hon fer at mennast aftur, tá hon heldur leiðina fram út yvir Meksikanska Flógvan, tí har er sjógvurin sera heitur í løtuni. Næsta land, sum fær vitjan av henni, verður amerikanski staturin Texas, og har eru myndugleikarnir longu farnir undir at fyrireika seg til at taka ímóti henni. Roknað verður við, at Emily kemur til Texas í morgin.