Emilie vann X Factor

Unga gentan úr Norðurjyllandi vann at enda á fuglfirðinginum

Emilie Esther fekk harða kapping frá Jógvani Joensen í finaluni, men at enda var tað favoritturin, ið vann kappingina.

Eftir, at hundraðtals luttakarar høvdu verið til upptøkuroynd, eftir bootcamp, live-show og finaluframførslur endaði tað við, at Emilie Esther og Jógvan Joensen stóðu eftir sum møguligir vinnarar.

15 ára gamla Emilie Esther, sum hevur verið favorittur alla kappingina, varð kosin vinnari.