Emil verður prestur fyri allar føroyingar

Hann skal verða prestur um allar Føroyar, har brúk er fyri tí, og harafturat skal hann vegleiða nýggjum prestum

Í dag heldur fólkakirkjan hátíð í Kirkjubøar kirkju. Tað er í sambandi við Emil Olsen, prestur, verður settur í tænastuna sum stiftsprestur.

Emil Olsen hevur verið prestur á Eiði í eitt mannaminni, men herfyri fór hann frá. Men nú hann heldur fram sum stiftsprestur, verður hann ikki bundin at nøkrum ávísum prestagjaldi.

Tvørtur ímóti verður alt landið er virkisøkið hansara, soleiðis sum bispur heldur, at tørvur er á tí, sigur Fólkakirkjan í dag.

Afturat tí kirkjuligu tænastuni í kirkjusóknunum, hevur stiftspresturin til uppgávu at fara um, og fakliga menna, tann fyrisitingarliga partin av gudfrøðini. Tað merkir, at hann skal miðla fakliga kunning, taka lut í liturgiskum arbeiði og vera vegleiðari hjá nýggjum prestum. 

– At hava ein stiftsprest gevur fólkakirkjuni møguleikar til størri fjølbroytni. Til dømis skal stiftspresturin røkja kallið Eystan Múla í oktober og november, og hesa tíðina hevur hann sætið á Viðareiði.

Tað er í sambandi við, at Jóannes Purkhús, prestur á Viðareiði, lesur í Týsklandi til doktara í Gudfrøði í Týsklandi.

Gransking er ein góð, faklig íløga, sum fer at geva sjónligt avkast.

– Tað er neyðugt, at fólkakirkjan setur sær spurningin, hvussu hon mennir seg fakliga og

 ein stiftsprestur gevur møguleikar, sum fólkakirkjan ikki hevur havt áður, sigur Fólkakirkjan.