Sjónleikur
Barbara Holm
Væl kenda søgan og sjónvarpsrøðin um kúllin Emil í Lønnibergi og hansara nógvu skálkabrøgd, verður nú at síggja sum føroyskur sjónleikur.
Sjónleikararnir í leikinum hava bert vant í fýra vikur, og hava sostatt fýra vikur eftir, áðrenn frumframsýningin verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði 16. oktober. Leikstjórin í Emil í Lønnibergi er íslendska Saga Jónsdóttir, ið hevur greitt okkum frá leikinum, og sjónleikaranum.
- Venjingarnar fara fram í kjallaranum hjá Brandstøðini í Klaksvík, og umstøðurnar eru ikki av teimum bestu. Fáa vit leikin kláran áðrenn 16. oktober, hava vit veruliga gjørt eitt megnar arbeiði, ið vit hava gjørt í felag, sigur Saga Jónsdóttir.
Lítla 'Ida' er spent
Sjónleikararnir eru nógvir í tali og eru ymsa staðni frá í landinum, millum annað úr Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu og Oyndarfirði.
– Meginparturin av sjónleikaranum hava lítlar til ongar royndir sum sjónleikarar, og tískil er hetta ein spennandi uppgáva fyri okkum, ið skulu samskipa leikin, greiðir Saga Jónsdóttir frá.
Áhugavert við hesum leiki er, at høvuðsleiklutin hava tríggir leikarar í aldrinum 11 til 12 ár. 11 ára gamla Maria á Høvdanum hevur leiklutin sum lítla Ida, og er hetta fyrstu ferð Maria roynir seg sum sjónleikara.
- Eg gleði meg at spæla framman fyri áskoðarum, greiðir Maria frá, meðan hon letur seg í alskyns búnar, sum hon skal vera í, tá hon skal spæla lítla Ida.
– Eg skal verða nógv á pallinum, og tað ger meg nervøs, sigur Maria, sum heldur tað vera sera spennandi, at hava ein so stóran leiklut í leikinum.
- Eg sleppi at syngja nógv, og tað dámar mær væl, sigur Maria.
Lítla Ida er systur Emil í leikinum. Kúllin Emil í Lønnibergi skal tólv ára gamli Hans Christiansen framføra.
Stuttligur leikur
Leikurin er merktur av fáum orðum. Heldur enn at nýta nógv orð, fer nógv av samskiftinum í søguni fram gjøgnum dans og sang. Hetta ger leikin sermerktan, og vælegnaðan til børn, greiðir Saga Jónsdóttir frá.
- Eftir mínum tykki, er hetta ein leikur, ið allir aldursbólkar kunnu njóta. Orsaka av tí nógva tónleikinum og sanginum í leikinum, kunnu børn niður til trý ára aldurin skilja, hvat søgan snýr seg um. Samstundis er hetta allarhelst ein skemtiligur sjónleikur fyri nærum øll, heldur Saga Jónsdóttir.
Leggja dent á smálutirnar
Í senuni ið nevnist “Doktarin”, byrjar læknin við at syngja um sínar sjúklingar. Aftanfyri hann bíða ótolnir sjúklingar eftir at fáa viðgerð, og vísa teir sítt ótolni við løttum sangi og dansi. Senan er eitt gott dømi um, hvussu sjónleikararnir umvegis tónleik, dans og sang, megna at greiða áskoðararnum frá, hvat teimum bagir. Við í senuni eru fólk í øllum aldursbólkum, sum við einføldum dansi og koreografi framføra senuna.
Tað er týðiligt, at Saga Jónsdóttir leggur stóran dent á smálutir, og sigur hon hetta vera av týdningi fyri góðskuna í leikinum. Hon nevnir, at smálutir, so sum at sjónleikararnir taka eins stór fet í dansinum, hava stóran týdning fyri áskoðararnar, og at tað hækkar støðið munandi, at slíkar smálutir eru so eins, sum gjørligt. Og so eru tað sjálvandi sangirnir, sum hava nógv at siga
- Vit hava umsett allir sangirnir frá Emil í Lønnibergi til føroyskt, og spennandi verður at síggja, hvussu væl føroyingar taka í móti okkara tulking av Emil í Lønnibergi, ið er ein sera jalig, og skemtilig tulking, sigur Saga Jónsdóttir at enda..