Tað váttar Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum.
- Vit hava framvegis leikaraloyvið hjá honum, og hann er sinnaður at koma til Føroya. Men tá er ikki sagt, at Ári Dam ikki fer at verja málið. Vit vilja sjálvsagt verða so væl fyri sum gjørligt til finalurnar, og Emil K. Jacobsen styrkir heilt víst um hópin, sigur Ingi Olsen í kvøld.
Emil K. Jacobsen, sum ikki hevur spælt hondbólt síðan hann var í Føroyum, royndist sera væl, tá hann vardi málið hjá Neistanum í steypafinaluni í januar.
Danski málverjin er 29 ára gamal, og hevur spælt tveir dystir fyri danska A-landsliðið, umframt at hann hevur spælt 10 U-landsdystir fyri Danmark.