HB kunngjørdi í gjár, at felagið hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla Emil Berger, sum er verjukendur miðvallari. Hann kemur í íslendska felagnum Leiknir, sum hevur havt spælarar, ið hava spælt og spæla í HB.
Talan er um Mikkel Dahl og Brynjar ”Binni” Hlöðversson. Mikkel Dahl er aftur í HB, meðan Brynjar ”Binni” Hlöðversson enn er væl lýddur fyri síni tvey ár í felagnum undir Heimi Guðjónssyni.
– Satt at siga, so kendi eg ikki so nógv til Føroyar, áðrenn eg fór til Íslands at spæla. Men hesi bæði árini havi eg hoyrt nógv positivt um landið, og ikki minst um HB, har Mikkel og Binni hava tosað ógvuliga positivt um teirra upplivingar, sigur Emil Berger við HB.fo.
Stutt lýsur Emil seg sjálvan sum ein hart arbeiðandi miðvallara, sum vil gera alt fyri at vinna. Og júst tað at vinna, er nakað sum hann hevur ætlanir um í HB.
– HB er størsta felagið í Føroyum. Felagið er ambitiøst, og vil vinna. Júst sum eg. So møguleikin at koma til eitt nýtt og spennandi land, í einum stórum og ambitiøsum felag, var nakað sum lokkaði meg hendanvegin. Fyri meg og unnustuna er hetta eitt ævintýr, men eg eri fyrst og fremst komin fyri at spæla fótbólt og vinna, sigur svenski miðvallari við HB.fo og leggur afturat:
– Hetta verður spennandi. Tað tykist ógvuliga professionelt, og vónandi kann eg vera við til at flyta felagið, og gera mítt íkast til at vit fara at berjast um steypini. Eg og felagið hava somu ambitiónir, har vit alla tíðina vilja gerast enn betri. Europeiska avbjóðingin er eisini spennandi. Eg havi ikki spælt europeiskar dystir síðani 2011, tá eg var í Örebro. So tað verður spennandi at royna aftur.
Emil Berger verður millum aldursforsetarnar í hópinum hjá HB.
– Tað sigur seg sjálvt, at eg sum 31-ára gamal komi við royndum. Men tað er ikki soleiðis, at eg eri liðugur sum fótbóltspælari. Tvørturímóti. Eg læri enn, og eri enn líka hugaður at læra, sum tá eg var ungur. Og mær dámar líka væl at spæla fótbólt, sum tá eg var 20 ár. Nú komi eg til eitt heilt nýtt land, eitt nýtt felag og nýggjar liðfelagar, sum fara at geva mær nýggjan íblástur. Men sum ein av teimum royndu, so taki eisini ábyrgd á vøllinum. Eg eri ikki hann, sum rópar harðast, men stýri heldur við at vegleiða mínar viðleikarar, sigur Emil at enda.
Sáttmálin við Emil Berger er galdandi fyri kappingarárið 2023.