Hóast fimm mánaðir eru lidnir, síðani 21 ára gamli viðingurin, Emil Bjarnaskor, flutti heimaftur til Føroya, eftir at hann hevði verið niðri til hjálp og viðgerð, tí hann fyri hálvumtriðja ári síðani fekk ein blóðpropp í heilan, er enn ikki alt tað komið upp á pláss, sum honum var lovað, tá hann og familjan gjørdu av at flyta heimaftur.
– Einki av tí, sum eg hava bíðað eftir, síðani eg flutti heim, er hent enn, skrivaði Emil Bjarnaskor í vikuni í telduposti til Miðlahúsið, og so verða nevnd bústaður, bilur, koyristólur og meira venjing.
Eisini var mamma Emil, Sunniva Bjarnaskor Simonsen, mikudagin á Rás 2 og greiddi frá, hvussu strævið tað var at samskifta við Almannaverkið, og at illa gekst at fáa tingini ígjøgnum, sum myndugleikarnir í veruleikanum hava havt átta mánaðir til at fingið avgreitt, tí tríggjar mánaðir fyri heimferðina var Almannaverkið vitandi um, at Emil skuldi koma heim.
Í samrøðu við Rás 2 mikudagin harmaðist stjórin í Almannaverkinum, Eyðun Mohr Hansen, um, at samskiftið ikki hevði verið nóg gott, men greiddi so frá, hvussu gekst við at fáa tað ymiska upp á pláss. Og í sambandi við bilin til Emil, sum er til umlætting á heiminum Dáanum í Klaksvík, kundi stjórin siga, at hesin bilurin var komin:
– Mær er fortalt, at bilurin er keyptur og at hann verður klárur hjá Emil at brúka í morgin (hósdagin, blðm.). Hetta er ein serútgjørdur bilur, sum tað kann vera trupult at fáa fatur í, men hann er nú komin, segði Eyðun Mohr Hansen, stjóri í Almannaverkinum.
Bæði Emil og familja hansara fegnast um, at bilurin er komin, men Sunniva Bjarnaskor Simonsen ger samstundis vart við, at hetta ikki er tann loysnin, tey hava biðið um og sum tey halda, at Emil í veruleikanum hevur brúk fyri og rætt til.
– Nei, tað er stovnurin, sum Emil ikki enn er fluttur inní, sum eigur henda bilin, og so skal Emil bara hava fyrstarætt til at brúka hann. Men hetta er ikki ein bilur til Emil, sum er tað, vit hava søkt um og fingið avslag uppá, sigur hon og vísir á, at enn er ikki komið á mál við bilinum.
– Tað avslagið hava vit kært, tí Emil má sjálvur hava bilin, um hann skal fáa tað frælsi, hann fegin vil hava. So fyri tað um hesin bilurin er komin, er hetta ikki liðugt og avgreitt enn. Emil býr ikki á hesum stovninum, men er til umlætting, so at Almannaverkið hevur keypt henda bilin, er ikki tað sama, sum at Emil hevur fingið ein bil.










