Lítil framgongd er at frætta um heilsustøðuna hjá 19 ára gamla viðinginum Emil Bjarnaskor, sum á Summarfestivalinum fekk onkur ókend rúsevni í seg.
Hann liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum, er við fult vit, hyggur upp á foreldrinum. Men hann fær einki sagt og ikki rørt seg.
Í kanningunum varð staðfest, at hann hevur havt ein blóðtøpp í heilanum. Tað kann ikki siga við vissu, men læknarnir halda, at tøppurin kann vra komin av rúsevnum.
Emil Bjarnastein hevur nú respirator í hálsinum fyri at fáa hjálp at anda. Tað er betri, tí um hann skuldi roynt at tosa, hevði verið tvørligari við respiratorinum í munninum.
Ikki er greitt, hvussu leingi hann verður liggjandi á Ríkissjúkrahúsinum. Hann skal til uppvenjingar í Danmark, og tað fara óivað at ganga fleiri mánaðir, áðrenn hann kann koma heim aftur til Føroya, sigur systkinabarn hansara Alis.
Hvørki politiið ella familjan vita, hvat var hent sunnumorgunin, tá ið Emil kom heim til skyldfólk síni í Klaksvík og dovnaði. Hann fylgdist kki við nøkrum, og tað var ikki honum líkt, sigur Alis.
Politiið roynir framvegis at loysa gátuna, hvat kann vera hent, og heitt verður inniliga á øll, sum vita, um at stíga fram við upplýsingum.









