Emerald á Havnarvág. Myndir: Ólavur Frederiksen

Emerald komin á Havnina

Um 16 tíðina legði nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg at á molanum í Havn, har skipað verður fyri móttøku.

 

Emerald á Havnarvág. Myndir: Ólavur Frederiksen

Nógv fólk varð komið saman at taka ímóti skipinum, sum eisini verður doypt, og so verður opið fyri fólki at koma umborð.

 

Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

 

Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila.

 

Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

 

20 mans verða við fyrsta túrin.

 

Nýggi verksmiðjutrolarin tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Emerald á Havnarvág. Myndir: Ólavur Frederiksen