Í ár var fyrsta árið, at matvirðislønin Embla varð handað, og Janus Vang, stjórin á granskingarsetrinum Inova sigur, at ætlanin er, at heiðurin, sum skal latast annaðhvørt ár, skal verða á støði við Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Tað kom soleiðis í lag, at Bóndafelagið var kontaktað av fyriskiparunum um virðislønina, og Inova hevur hjálpt Bóndafelagnum at fyriskipa.
-Hugskotið handan Emblu er, at seta norðurlendskan mat í miðdepilin og halda honum har, sigur Janus Vang.
- Norðurlendskur matur hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu árini, og avbjóðingin er, at fáa norðurlendingar at trúgva uppá tað eisini, leggur hann afturat.
Les meir í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í landinum í morgin