Embla ávegis til Svøríkis

Íslendski stuttleikabáturin Embla lá í dag á plássinum í Vágsbotni, har bjargingarbáturin Lív Rescue vanliga hevur hildið til, áðrenn bjargingarbáturin fekk nýtt pláss við Kongabrúnna.


Teir eru heldur ikki heilt ólíkir bátarnir báðir, tó at Embla er mestsum hvítur, meðan Lív Rescue er gulur og reyður. Báðir sigla teir eisini umleið 35 míl um tíman.


Embla kom til Føroyar sunnudagin, og brúkti einans tíggju tímar at sigla úr Íslandi til Eiðis. Steðgurin í Føroyum verður ikki serliga drúgvur, tí ætlanin er at sigla víðari til svenska býin Gøteborg har báturin skal luttaka í eini framsýning.


Á vegnum til Gøteborg, leggur báturin at í Lerwick í Hetlandi og Kristiansand í Norra.