Russlandsferðin hjá løgmanni varð aftur uppi og vendi í Løgtinginum í dag.
Tá løgmaður fór til Russlands kom samstundis fram, at limir í uttanlandsnevndini vóru rættiliga ónøgdir við løgmann, um at hann ikki hevði ráðført seg við nevndina innan hann fór.
Poul Michelsen, løgtingslimur fyri Framsókn, spurdi í dag løgmann, um hann, nú tá nakað av tíð var liðið síðani ferðina og avleiðingarnar av henni tyktust sjónligar, enn helt, at Russlandsferðin hevði so lítlan týdning, at hann ikki átti at ráðført seg við uttanlandsnevndina, ella um málið hevði tikið eina aðra gongd enn væntað.
Løgmaður svaraði, at málið hevið tikið eina nógv betri gongd enn væntað.
- Eg havi ikki broytt meining um málið, eg haldi ikki, tað er neyðugt at ráðføra seg við uttanlandsnevndina í tílíkum málum, tí har var eini stórpolitiskt í tí, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
- Eg eri eitt amboð. Eg fór til Russlands fyri at fáa eina skrivliga váttan upp á at Føroyar ikki eru umfataðar av boykottinum og fyri at fáa nøkur feløg av reyða listanum hjá russarum, segði løgmaður, sum metti, at hatta ikki vóru mál, sum kravdu viðgerð í uttanlandsnevndini.
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum spurdu løgmann, um hetta ikki vóru mál, sum embætisfólk kundu klára líka væl á einum tílíkum fundi, meðan Bárður á Steig Nielsen spurdi, um ikki virkini høvdu verið tikin av reyða listanum allíkavæl, nú russum tørva mat.
Løgmaður svaraði, at eftir hansara kunnleika til russisk viðurskifti, so hevði tað ikki gjørt sama mun, um embætisfólk fóru á fund við russisku myndugleikarnar.
- Eg trúgvi heldur ikki, at tað var av tilvild, at virkini vóru tikin av listanum dagin eftir fundin við russisku myndugleikarnar.
Løgmaður segði eisini, at hann hvørki hevði merkt til neiligar avleiðingar av fundinum ella fingið neiligar viðmerkingar um fundin, ei heldur á fundi við ráðharrar og embætisfólk í ST ella Brússel.