Embætisverkið størri ábyrgd

- Eg taki undir við, at uttanríkismál verða savnað undir eina fyrisiting, og hetta er ein ætlan, vit í undanfarnu samgongu eisini arbeiddu við, men avleiðingarnar av broytingunum í fyrisitingini kunnu vera, at størri ábyrgd verður løgd á embætisverkið og minni á politisku stýringina, sigur fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg

Eftir at nýggja samgongan tók við, eru ráðini skerd frá níggju niður í sjey, og hetta hevur kravt stórar broytingar í fyrisitingini. Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg sigur seg ikki hava nóg mikið innlit í broytingarnar at meta um ítøkiligu avleiðingarnar, men vísir hann tó á nakrar broytingar, sum helst vera at síggja.

Politiska stýringin minkar
Hóast talan er um tvey ráð færri samanborið við undanfarnu stjórn, eru eingi arbeiðsfólk í umsitingini søgd úr starvi, og ein kann so spyrja, hvar sparingarnar eru í ætlanunum. Anfinn Kallsberg sær fyrst og fremst eina sjálvsagda fylgju av hesum.
- Sparingarnar liggja í, at færri politikar skulu hava løn, meðan útreiðslurnar ikki lækka í embætisverkinum, og spurningurin eru so, hvussu stórt embætismannaveldi ein vil hava samanborið við politisku stýringina, sigur Anfinn Kallsberg.
- At ráðini eru farin frá níggju niður í sjey, uttan at nakar er uppsagdur, hevur sjálvsagt við sær, at politiska stýringin er minkað, meðan embætisliga fyrisitingin fær størri uppgávur og ábyrgd, og tað er so ein politiskur spurningur, hvat man vil við fyrisitingini, sigur Anfinn Kallsberg. Fyrrverandi løgmaður metir ein vanda vera, at fleiri embætisstýrið vera enn politisk stýri.
- Sambært stýrisskipinarlógini kunnu í prinsippinum tríggir landsstýrismenn umsita øll málsøki, men tá missir ein jú politisku stýringina, og hetta er tískil ein problematikkur, samgongan má taka støðu til, vísir Anfinn Kallsberg á.

Løgmaður fær nógv at gera
Fyrrverandi løgmaður tekur undir við, at uttanríkismálini nú eru savnað undir Uttanlandsdeildina hjá løgmanni, og talan er um eina ætlan, Anfinn og hansara stjórn arbeiddi nógv við í farna valskeiði. Fyrr vóru uttanríkismálini spjadd í Fiskimálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Uttanlandsdeildini, og tað var sambært Anfinni Kallsberg als ikki nøkur nøktandi støða.
- Tað var ein støðugur politiskur vilji at savna hetta stóra økið, og kjakið tá snúði seg um, hvørt tað skuldi hoyra undir løgmann, ella um ein uttanríkismálaráðharri heldur enn ein innanríkismálaráðharri skuldi setast, sigur Anfinn Kallsberg, sum avgjørt metir tað vera skilagott at fáa samskipað og sett fokus á stóra og týdningarmikla málsøkið, sum uttanríkismál eru.
- Tað veldst um, hvussu tað verður samskipað, men tað kann koma at krevja nógv av løgmanni, tí skal hann luttaka í samráðingum, verður hann helst lítið í Føroyum, heldur Anfinn Kallsberg, sum tó undirstrikar, at hann ikki hevur innlit í innihaldið í sjálvum broytingunum.