Tað er embætismisbrúk, at Mentamálaráðið í dag arbeiðir víðari við einum máli, sum óavgjørd kæra við steðgandi virknaði er um. Tað sigur Christian Andreasen, sakførari hjá Skúlastýrinum í Kommunuskúlanum. Tá skúlastýrið fyri Kommunuskúlan í desember kærdi avgerðina um at flyta 10.flokk í eina eind í Eysturskúlanum, skuldi tað hava steðgandi virknað. Hetta er nú brotið.
- Við tí sum hendir í dag hava Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna brotið avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um, at kæran skuldi hava steðgandi virknað. Tað sigur Christian Andreasen, sum er sakførari hjá skúlastýrinum í kommunuskúlanum.
Tórshavnar kommuna sendi annars í morgun tíðindaskriv út, har hon vil taka fútabannið aftur móti 10.floksætlanunum hjá kommunuskúlanum, tí at Mentamálaráðið hevur lutað tímar út til skúlar, og at Kommunuskúlin har ongar næmingar ella flokkar hevur givið upp, og tí ongar tímar hevur fingið. Mentamálaráðið staðfesti tí, at 10.flokseindin í Tórshavnar kommunu verður Nám X í Eysturskúlanum, har 200 næmingar hava søkt.
Men so einkult er tað ikki. Ein kæra liggur hjá Fiskimálaráðnum ? av tí at hini ráðini av ymsum orsøkum eru ógegnig - um málið, og hon hevur steðgandi virknað.
- Hetta merkir í veruleikanum, at allar avgerðir, sum eru tiknar frá tí at kæran varð latin inn, eiga at verða settar úr gildi, og at tá ein avgerð so fyriliggur um kæruna, eiga allir partar ? eisini Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið, at rætta seg eftir henni, staðfestir Christian Andreasen, sakførari.
Hann væntar at avgerðin um hetta málið fyriliggur seinast í apríl mánaði.