Embætismenn minni løn

Fleiri av teimum ovastu embætismonnunum í Íslandi fara nú niður í løn í einari roynd at hjálpa tí almenna ígjøgnum fíggjarkreppuna

Sambært einari semju missa summir embætismenn heilt upp í 15 prosent av lønini frá næsta mánaði at rokna. Millum teirra, sum fara niður í løn, eru forstjórin á landssjúkrahúsinum, dómararnir í hægstarætti og stjórarnir í aðalráðunum hjá stjórnini, sigur íslendska ríkisútvarpið. Lønin hjá íslendskum ráðharrum og tingmonnum lækkaði á nýggjárinum.