Emanuel kann ikki stilla upp

Í USA hevur ein dómstólur gjørt av, at Rahm Emanuel, sum var starvsfólkaleiðari hjá Barack Obama, kann ikki stilla upp til borgarstjóravalið í býnum Chicago. Avgerðin er tó ikki endalig, tí Emanuel hevur kært úrskurðin til hægstarætt í statinum Illinois.

Vallógin sigur, at fólk skulu hava búð í Chicago í minsta lagi eitt ár fyri at stilla upp til borgarstjóra. Rahm Emanuel eigur hús í býnum, men dómstólurin vísir á, at hann hevur ikki búð í teimum.

Rahm Emanuel segði starvið í Hvítu Húsunum frá sær, tí hann ætlaði sær at stilla upp til borgarstjóravalið í Chicago. Meiningakanningar benda á, at hann hevur góðar møguleikar at vinna, um hann sleppur at stilla upp.