EMA: Madonna var størsta stjørnan

Tað eru ikki nógvar 50 ára gamlar kvinnur, ið kunnu lata seg í, sum Madonna gjørdi á EMA, og í mun til nógv av hinum, sum framførdu á EMA, sang Madonna live.

 
MTV European Music Awards
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Hon hevur langt síðan prógvað, at hon er heimsins størsta kvinnuliga poppstjørna nakrantíð, og við tí frálíka Hung Up, ið er bygdur á eitt ABBA sampul, hevur Madonna aftur megnað at endurnýggja seg. Hon dansaði líka væl sum sínir bestu dansarar og sá betur út enn tey flestu á EMA. Madonna var bara størsta stjørnan á kvøldinum.