MTV European Music Awards
Hóskvøldið vóru MTV European Music Awards í Lissabon í Portugal, og stóru stjørnirnar og fjølmiðlafólk vóru um at detta um hvønn annan fyri at luttaka.
Verturin var 7. kendasti maður í Kashakstan Borat. Hann byrjaði sendingina við at fornerma og skaka nærum øll. Fyrst bjóðaði hann vælkomin til Eurovision Song Contest, síðan kallaði hann Madonnu ein transvestit, so bjóðaði hann dansarum á pallin. Ílatnar í pyjamas líktust tær børnum, og hann sang um, at børnini eru framtíðin.
Alt var fitt inntil orðið Sexytime kom á stórskíggjan aftan fyri pallin, og dansarinnurnar lótu seg úr pyjamasdraktunum og vóru í frekum latex innanfyri. Hetta blandið millum børn og strip, var so ófantaligt, at tað næstan er ófatiligt.
Borat helt fram við at fara út um mørk, tá hann royndi at selja einum av tónleikarunum ein lítlan drong ella eina kanska gentu, um hugurin heldur var til tað slagið, hetta er atburður, sum man bert væntar at uppliva á eini Páll Finnur Páll konsert.
Skemt við einum boðskapi
Sjónleikarin aftan fyri Borat er Sacha Baron Cohen. Hetta er sami maður, sum spælir Ali G. Sjálvt um hetta var grovt skemt, so var hetta stuttligt skemt. Eingin ivi er tó um, at ein sterkur boðskapur var aftan fyri skemtið. Teir seksuellu undirtónarnir, ið stjørnir sum Britney Spears og Christina Aguilera føra seg fram við, við smábørnum sum málbólki, hava fyrr fingið sinnini í kók hjá fólki eitt nú hjá Eminem, sum hevur funnist hvassliga at Britney.
Ikki Freddie
Borat helt fram við at flyta mørk, tá hann kallaði Coldplay fyri Green Day og Green Day fyri Coldplay, síðan kallaði hann Pussycat Dolls fyri skøkjir og segði, at Shakira merkir vagina í Kashakstan, seinni segði hann, seg ætla sær at vitja shakiruna hjá kvinnuliga vertinum Britany Murphy.
Tí einu ferðin kom hann á pallin ílatin sum Freddie Mercury og segði Eg eri Freddie Mercury! Nei tvætl, tað er eg Borat, einasta kynsjúka eg havi havt er Gonore - 15 ferðir.
Tá presidenturin í Kashakstan ikki fekk frið at halda sína røðu, leyp Borat av pallinum niður millum áskoðararnar, og hálaði ein ungan mann upp á pallin, har hann varð flongdur við berari rumpu.
Tá Foo Fighters spældu, grulvaði Borat yvir um pallin, tí hansara hurð av pallinum var læst. Foo Fighters steðgaðu mitt í einum lag fyri at hjálpa Borat av pallinum.
Rumpan hægst
At enda fall støðið uppaftur meira. Bora tosaði sera útgreinandi um, at hann vildi kukka, m.a segði hann, at rumpan líktist einum, sum var um at verða liðugur við at roykja eina sigar, og meðan hann og viðvertinnan Britany Murphy tosaðu um MTV sum friðarbera, sat hann á kummuni.
Hann endaði tiltakið við at verða lyftur upp eftir undirbuksunum í einum veiri. Men hann varð ikki lyftur serliga høgt upp, og sendingin endaði við, at Bora hekk við rumpuni hægst og høvdinum niðrið millum áskoðararnar, ikki var tað vakurt, men ótrúliga stuttligt.
Samanumtikið var hetta, uttan iva stuttligasti vertur eg havi sæð á einum tílíkum tiltaki, Sacha Baron Cohen er so frálíkur skemtari, tí hann torir so óvanliga væl at fara útum mark.