Íslendingar fáa einki stig við sær til EM-millumbólk 2 í Köln.
Ísland tapti í kvøld bólkafinaluna í bólki C í München greitt 25-33 fyri Ungarn, ið var á odda 15-13 í steðginum.
Ísland hevur tað søguliga tungt við Ungarn, og í kvøld var ikki talan um nakað undantak í so máta.
Ungarn vinnur bólk C við seks stigum. Ísland hevur trý stig, Montenegro hevur tvey stig, og Serbia er aftast við einum stigi.
Ungarn tekur tvey stig við sær og Ísland tekur einki stig við sær til millumumfarið. Hini liðini sum manna millumbólk 2 eru Frakland, Kroatia, Eysturríki og Týskland. Talan verður um ein harðan bólk hjá íslendingum, men teir fara sjálvandi eftir møguleikanum.
Ísland-Ungarn 25-33 (13-15)
Ísland: Viggó Kristjánsson 8/4, Ómar Ingi Magnússon 5/2, Elliði Snær Viðarsson 3, Aron Pálmarsson 3, Sigvaldi Björn Guðjónsson 2, Bjarki Már Elísson 2, Janus Daði Smárason 1, Elvar Örn Jónsson 1.
Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 10, 30,3% – Björgvin Páll Gústavsson 2, 16,7%. (Hagtøl: handbolti.is)
Ungarn : Zoltan Szita 5, Egon Hanusz 5, Gergö Fazekas 4, Gabor Ancsin 4, Bence Imre 4, Dominik Mathe 3, Miklos Rosta 3, Bendeguz Boka 1, Patrik Ligetvari 1, Mate Lekai 1
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Ísland og Ungarn:
##med2##