EM VIDEO: Týskland vann greiðan sigur á Ungarn

(Video) Við sigri á Ungarn er Týskland á gáttini til eina hálvfinalu móti Danmark

Frakland hevur vunnið EM-millumbólk 1 í Köln, og Týskland liggur best fyri at fylgja teimum í hálvfinalurnar.

 

Týskland vann í kvøld greiðan 35-28 sigur á Ungarn, og eru týskarar nú eitt stig frammanfyri Eysturríki og Ungarn undan seinasta umfarinum mikudagin.

 

Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Týskland bert á odda 18-17. Í seinna hálvleiki vóru týsku vertirnir greitt omaná, eisini væl hjálptir av framúr góða málverjanum, Andreasi Wolff.

 

Vinnur Týskland á Kroatia mikudagin koma teir at møta Danmark í hálvfinaluni. 

 

Týskland - Ungarn 35-28 (18-17)

Týskland : Julian Koster 8, Johannes Golla 4, Sebastian Heymann 4, Juri Knorr 4, Kai Hafner 4, Christoph Steinert 4, Jannik Kohlbacher 4, Rune Dahmke 3. 

 

Ungarn : Gabor Ancsin 6, Miklos Rosta 6, Mate Lekai 4, Richard Bodo 4, Gergo Fazekas 2, Bence Imre 2, Bence Banhidi 1, Zoltan Szita 1, Bendeguz Boka 1, Patrik Ligetvari 1. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Týskland og Ungarn:

 

##med2##

 

24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland

 

24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn

 

24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia

 

 

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1Frakland4400139:1228
 2Týskland4211113:1075
 3Eysturríki4121108:1124
 4Ungarn4202119:1164
 5Ísland4103116:1282
 6Kroatia4013116:1261