Danmark tryggjaði sær fríggjakvøldið enn eina ferð pláss í einari endaspælsfinalu í manshondbólti, tá teir í EM-hálvfinaluni í Köln vunnu 29-26 á týsku vertunum.
Í fyrra hálvleiki var Týskland omaná, og vóru vertirnir á odda 14-12 í steðginum. Danmark var tó greitt betra liðið í seinna hálvleiki, og endin var, at Danmark vann 29-26.
Týskland - Danmark 26-29 (14-12)
Týskland: Renars Uscins 5, Juri Knorr 4, Johannes Golla 3, Sebastian Heymann 3, Rune Dahmke 3, Julian Koster 2, Philipp Weber 2, Christoph Steinert 2, Lukas Zerbe 1, Jannik Kohlbacher 1.
Danmark: Emil Jakobsen 5, Mikkel Hansen 5, Simon Pytlick 5, Simon Hald Jensen 4, Mathias Gidsel 4, Niclas Kirkeløkke 3, Magnus Landin 2, Rasmus Lauge 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá hálvfinaluni millum Týskland og Danmark:
##med2##