EM VIDEO: Tepur sigur til Danmark aftaná dramatiskan enda

(Video) Danmark er einsamalt oddalið í millumbólki 2 aftaná eittmálssigur á Svøríki

 

 

 

Tað bleiv ein sera spennandi oddadystir í EM-millumbólki 2 í Hamburg millum Danmark og Svøríki.

 

Danmark vann ein tepran 28-27 sigur, men tað var ikki uttan drama.

 

Seinastu løtuna kolldømdu kekkisku dómararnir tvey mál. Fyrst eitt til Danmark, ið kundi givið støðuna 29-27. Teir hugdu væl og leingi eftir videobrotinum, samráddust drúgva løtu við dómaraborðið áðrenn málið var kolldømt, tí Danmark hevði brúkt eina sending ov nógv í álopinum. Í teimum doyggjandi sekundunum kolldømdi teir eitt mál hjá Svøríki, ið kundi givið støðuna 28-28. Tá var tað fyri yvirtraðk, men allir serfrøðingarnir hjá danska TV2 hildu, at talan var um ein kompensasjónsdóm aftaná Danmark misti mál nummar 29 stutt frammanundan, og tí slapp málið hjá Oscar Bergendahl ikki at standa.

 

Jóhan á Plógv Hansen var ikki partur av danska hópinum í kvøld.

 

Fyrr í dag vann Noreg 35-32 (16-18) á Niðurlondum, og Portugal vann 33-30 (18-17) á Slovenia.

 

Støðan í millumbólki 2: 

1    Danmark    3 dystir    6 stig

2    Svøríki    3 dystir   4 stig

3    Portugal     3 dystir   4 stig

4    Noreg     3 dystir  2 stig

5    Slovenia    3 dystir   2 stig

6    Niðurlond    3 dystir   0 stig

 

Danmark - Svøríki 28-27 (17-15)

 

Danmark: Mathias Gidsel 10, Mikkel Hansen 5, Hans Lindberg 4, Magnus Saugstrup 3, Simon Pytlick 2, Emil Jakobsen 2,  Niclas Kirkeløkke 1, Rasmus Lauge 1. 

 

Svøríki: Hampus Wanne 9, Albin Lagergren 6, Jonathan Carlsbogard 4, Daniel Pettersson 2, Felix Claar 2, Jim Gottfridsson 2, Max Darj 1, Lucas Pellas 1.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Svøríki:

##med2##

 

21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond

 

21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal

 

21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark

 

23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal

 

23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark

 

23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki