Tað vera Kroatia og rættiliga óvæntað, Eysturríki sum vinna seg víðari til millumumfarið úr innleiðandi EM-bólki B.
Kroatia vann 31-25 (16-12) á Rumenia og vann bólk B við fimm stigum.
Eysturríki megnaði rættiliga óvæntað javnleik 33-33 (15-17) móti Spania.
Eysturríki gjørdist nummar tvey við fýra stigum. Spania endaði á trimum stigum, og Rumenia endaði aftast við ongum stigi.
Eysturríki og Kroatia taka eitt stig hvør við sær til millumbólk 1, ið verður leiktur í Köln. Hini liðini í millumbólki 1 eru Ungarn, Frakland, Týskland og Ísland.
Spania-Eysturríki 33-33 (15-17)
Spania: Aleix Gomez 8, Ian Tarrafeta 7, Angel Fernandez 3, Imanol Garciandia 3, Adrian Trejo 2, Abel Serdio 2, Agustin Casado 2, Daniel Fernandez 2, Inaki Pecina 1, Jorge Maqueda 1, Alex Dujshebaev 1, Daniel Dujsebaev 1.
Eysturríki: Mykola Bilyk 8, Tobias Wagner 5, Sebastian Frimmel 4, Robert Weber 4, Boris Zivkovic 4, Lukas Herburger 3, Lukas Herburger 3, Lukas Hutecek 3, Janko Bozovic 2.
Kroatia-Rumenia 31-25 (16-12)
Kroatia: Luka Klarica 7, Tomislav Kusan 4, Mario Sostaric 4, Marin Jelinic 4, Igor Karasic 3, Filip Glavas 3, Zvonimir Sma 3, Luka Cindric 2, Tin Lucin 1.
Rumenia: Nicosor Negru 9, Demis Grigoras 3, Iosif Buzle 3, Daniel Stanciuc 2, Calin Dedu 2, Ionut Nistor 2, Stefan Cumpanici 2, Andrei Dragan 1, Marius Sadoveac 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Spania og Eysturríki:
##med2##











