EM VIDEO: Elias eigur aftur eitt av topp-5 málunum

(Video) Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur enn einaferð fingið eitt av sínum málum við í topp-5 hjá Eurohandball

Føroyska liðið og føroysku áskoðararnir hava fingið nógv rós og nógvan heiður fyri fyrstu EM-endaspælsluttøkuna. Og hava Føroyar hesar dagarnar vunnið nógv hondbóltshjørtu.

 

Tann seinasti heiðurin er, at Eurohandball hevur valt eitt mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu at vera millum topp-5 málini frá mánadegnum.

 

Talan er um málið har Elias við rygginum móti málinum fær sent bóltin í netið til støðuna 23-23.

 

HER eru topp-5 málini Eurohandball hevur valt frá kappingardegnum ígjár:

 

##med2##