EM VIDEO: Danmark vann stórsigur á Niðurlondum

(Video) Síggj samandráttin frá dystinum í millumbólki 2 Danmark-Niðurlond 39-27 (18-17)

Danmark er fyribils einsamalt oddalið í EM-millumbólki 2.

 

Danmark vann fyrr í kvøld í Hamburg stórsigur 39-27 á Niðurlondum. Í steðginum var Danmark bert á odda 18-17, og Niðurlond vóru væl við fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Seinastu 20 minuttirnar var tó klassamunur.

 

Havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey góð mál fyri Danmark.

 

Danmark hevur fýra stig, Svøríki, Slovenia og Portugal hava tvey stig hvør, meðan Niðurlond og Noreg einki stig hava.

 

Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Svøríki og Slovenia.

 

Danmark - Niðurlond 39-27 (18-17)

 

Danmark: Mathias Gidsel 9, Rasmus Lauge 5, Mikkel Hansen 5, Simon Pytlick 5, Lukas Jørgensen 4, Magnus Saugstrup 3, Niclas Kirkeløkke 2, Jóhan á Plógv Hansen 2, Michael Damgaard 2, Magnus Landin 1, Emil Jakobsenm 1. 

 

Niðurlond: Rutger ten Velde 8, Niels Versteijnen 5, Iso Sluijters 3, Thomas Houtepen 3, Lars Kooij 2, Luc Steins 2, Ivar Stavast 1, Bobby Schagen 1, Martijn Kleijkers 1, Dani Baijens 1.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Niðurlond. Eitt mál hjá Jóhan á Plógv Hansen sæst við 2:38 minuttir:

 

##med2##

 

19/1 klokkan 14.30: Slovenia-Portugal

 

19/1 klokkan 17.00: Noreg-Niðurlond

 

19/1 klokkan 19.30: Danmark-Svøríki

 

21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond

 

21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal

 

21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark

 

23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal

 

23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark

 

23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki