Hjá íslendingum snúði tað seg í dag um, at vinna sær tvey sera týdningarmikil stig við í høvuðsumfarið í EM í manshondbólti. Hjá Ungarn snúði tað seg um at fáa í minsta lagi eitt stig og helst tvey stig ímóti Íslandi, sum fóru at fylgja við í høvuðsumfarið.
Sí eisini:
EM: Ísland og Danmark í lagnudystum klokkan 17.15 og 19.30
Og frá byrjan tóktist tað sum, at tað fór at vera Ungarn sum fór at sleppa víðari við báðum stigunum.
Íslendingar fingu ikki mál ímóti Roland Mikler aftanfyri sterku ungversku verjuna, og eftir fimm minuttum var 3-0 til Ungarn.
Men so svaraði Ísland aftur. Íslendingarnir fingu fatur í verjuni, og runnu skjótálopini við størstu sannføring. Dysturin koppaði púrasta, og Ísland var á odda við 11-6 stutt fyri hálvleik.
Ungarn fekk minkað um munin niður í 12-9 í seinasta sekundinum áðrenn steðgin, og í seinna hálvleiki fekk ungverska verjan - og serliga Roland Mikler í málinum - aftur fatur á øllum íslendskum royndum.
Hinumegin fekk íslendska verjan ikki steðgað samstarvinum ímillum Zsolt Balogh á høgra bakki og Bence Bánhidi á strikuni, og dysturin koppaði enn einaferð - og fyri seinastu ferð.
Ísland fekk bert seks mál allan seinna hálvleik, og so endaði tað 24-18 til Ungarn, sum er í høvuðsumfarinum við tveimum stigum.
Ísland fer víðari við ongum stigi, og hevur sera trupla støðu í høvuðsumfarinum.
Íslendingar vóru sum vera man í døpurhuga, men tað var enn verri hjá teimum 6000 donsku áskoðarunum, sum máttu ásannað, at tað ikki verður gjørligt hjá donsku Heimsmeistarunum at røkka høvuðsumfarinum.
Tí hevur dysturin ímillum Danmark og Russland í kvøld klokkan 19:30 sum so ongan týdning.
Nú er høvuðsumfarið liðugt skipað, og tað sær soleiðis út:
Byrjað verður við bólki 1 í morgin. Meira á in.fo í morgin ári.
Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
Kroatia | 1 | 8 | 2 |
Spania | 1 | 7 | 2 |
Eysturríki | 1 | 3 | 2 |
Kekkia | 1 | -3 | 0 |
Týskland | 1 | -7 | 0 |
Hvítarussland | 1 | -8 | 0 |
Bólkur 2 | Dystir | Málmunur | Stig |
Norra | 1 | 6 | 2 |
Ungarn | 1 | 6 | 2 |
Slovenia | 1 | 2 | 2 |
Svøríki | 1 | -2 | 0 |
Portugal | 1 | -6 | 0 |
Ísland | 1 | -6 | 0 |