16. november tekur Bulgaria móti Ungarn í bólki G í EM-undankappingini. Ungarn kann við javnleiki tryggja sær pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar.
Men tað verður ein dystur handan stongdar dyr og uttan áskoðarar.
UEFA hevur tikið hetta stigið, tí tey óttast samanbrestir millum teir mest víðgongdu fjeppararnar hjá báðum liðunum.
UEFA boðar frá, at teir hava gjørt eina greining, ið staðfestir, at vandi er fyri samanbrestum í og kring leikvøllin í Plovdiv, har dysturin skal spælast 16. november klokkan 17 føroyska tíð.
Tá liðini møttust í Ungarn 27. mars vann Ungarn 3-0.
Ungarn er fremst í bólki G við 14 stigum, Bulgaria er aftast í bólkinum við bert tveimum stigum.