Flogbóltur: Seinnapartin í dag byrjar stór altjóða flogbóltskapping í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Talan er um EM-undankappingina hjá U18 kvinnum, sum seinastu tveir mánaðirnar hava fyrireikað seg til kappingina.
Føroyar eru í bólki saman við Luksemburg, Liktinstein og Írlandi. Fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður í kvøld kl.19.30, tá ið tær møta Írlandi. Fríggjadagin møta tær Liktinstein, og leygardagin er so seinasti dysturin ímóti Luksemburg.
Tær, ið manna føroyska liðið, eru:
Úr Fleyr: Bára Silvansdóttir, Súsanna Ludvig og Judit Tummasardóttir
Úr TB: Rannvá Berg í Heiðunum, Rebekka Magnussen, Marin Dimon og Femja Mortensen
Úr KÍF: Kirstin Andreasen, Eyðrið Egholm Hansen og Kristina Jacobsen
Úr Drátti: Hildigunn Poulsen
Úr ÍF: Tóra Djurhuus