Klokkan 17 verður søguliga løtan í Mercedes Benz Arena í Berlin. Føroyska manslandsliðið spælir fyrsta søguliga dystin í einum EM-endaspæli. Mótstøðulið okkara í hesum søguliga dystinum verður Slovenia.
Tað eru tó ikki bara Føroyar, ið fáa debut í einum EM-endaspæli í manshondbólti í dag.
Júst somu klokkutíð, klokkan 17 fáa tvey onnur landslið, Georgia og Grikkaland eisini sína debut í einum EM-endaspæli. Lítla fólkatalið í Føroyum fær tó hondbóltsserfrøðingar kring Evropa at halda, at Føroyar eru tann mest serstaka søgan av hesum trimum.
Klokkan 17 spælir Georgia dyst í bólki E í Mannheim móti Niðurlondum. Somu klokkutíð í bólki F í München spælir Grikkaland móti Portugal.
So verður spennandi at síggja hvør av debutantunum fer at standa seg best.