Fyrsta umfar í bólkaspælinum er spælt og nú verður farið í gongd við annað umfar. Í gjár var fyrsti dagurin við bara tveimum dystum, men í dag eru aftur tríggir dystir.
Klokkan 14 spæla Finnland og Russland, klokkan 17 er tað Turkaland og Wales, og í kvøld klokkan 20 er tað Italia og Sveis. Fyri Finnland og Italia kann hetta verða dagurin, har londini vinna seg víðari, meðan serliga Turkaland, Sveis og Wales eru í harðari kapping, um at koma víðari úr bólki A.
Bólkur B:
Finnland vann púra óvæntað á Danmark í fyrsta umfarinum. Dysturin var nógv merktur av hendini við Christiani Eriksen, og tað er breið semja um, at dysturin skuldi aldrin verið settur í gongd aftur sama kvøldið.
Við sigrinum hevur Finnland góð kort á hondini, undan dystinum í kvøld móti Russlandi. Russar taptu heili 3-0 móti Belgia í fyrsta umfarinum. Dysturin verður spældur í Santa Pætursborg. Tað merkir at finnlendingar fyri aðru ferð upp í slag spæla á útivølli í hesum bólkaspælinum.
Finnland – Russland (14.00)
Dómari: Danny Makkelie (Holland)
Leikvøllur: Santa Pætursborg leikvøllurin
Væntaðar uppstillingar:
Finnland (3-5-2): Hradecky - Toivio, Arajuuri, O'Shaughnessy - Raitala, Lod, Sparv, Kamara, Uronen - Pukki, Pohjanpalo
Russland (4-2-3-1): Shunin - Fernandes, Semenov, Dzhikiya, Zhirkov - Barinov, Ozdoev - Zobnin, Golovin, Cheryshev – Dzyuba
Bólkur A:
Turkaland vísti lítið í setanardystinum móti Italia. Turkar, sum annars hava havt viðgongd undan EM-endaspælinum, komu illa nokk um miðjuna í 3-0 ósigrinum fyri Italia. Teir skulu nú spæla móti Wales, ið megnaði ein góðkendan javnleik móti Sveis. Serliga Wales kann vinna seg víðari við einum sigri, um turkar ikki eru komnir upp á betri tankar, enn móti Italia.
Turkaland – Wales (17.00)
Dómari: Artur Dias, Portugal
Leikvøllur: Olympiski leikvøllurin í Baku, Aserbadjan
Turkaland (4-1-4-1): Cakir – Celik, Söyüncü, Demiral, Meras – Yokuşlu – Karaman, Tufan, Ünder, Calhanoglu – Yilmaz
Wales (4-3-3): Ward – Roberts, Mepham, Rodon, Davies – Morrell, Allen, Ramsey – Bale, Moore, James
Júst Italia er hevur beina kós víðari úr bólkaspælinum. Teir møta í dag Sveis og kunnu liva við einum javnleiki. Tað er tó lítið, ið bedir á, at Italia fer at spæla taktiskt. Tað var annars teimum líkt, men undir leiðslu av Roberto Mancini hevur Italia spældi meiri ágangandi. Heldur ikki 1-0 er nokk longur. Liðið heldur fram at leypa á.
Italia – Sveis (20.00)
Dómari: Sergei Karasev (Russland)
Leikvøllur: Olympiski leikvøllurin í Rom, Italia
Italia: Donnarumma; Di Lorenzo, Bonucci, Acerbi, Spinazzola; Barella, Jorginho, Locatelli; Berardi, Immobile, Insigne
Sveis: Sommer; Elvedi, Schär, Akanji; Mbabu, Zakaria, Xhaka, Rodríguez; Shaqiri; Embolo, Seferović











