EM-toppskjútti: Nú eigur Ronaldo metið

EM 2020: Cristiano Ronaldo skoraði tvær ferðir, tá Portugal til endans vann móti Ungarn

Portugal hevur í kvøld vunnið 3-0 a Ungarn í fyrsta dystunum í krútbólkinum til hetta EM-endaspælið. Cristiano Ronaldo skoraði tvær ferðir og hevur nú skotið 11 mál samanlagt í EM-endaspølum. Tað er nýtt met. Hann var ájavnt franska miðvallaranum, Michel Platini, sum skoraði 9 ferðir til EM í 1984.

 

Tað var annars leingi líkt til, at Ungarn fór at fáa eitt stig fyri stríðið. Portugal hevði tveir góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk strilti at koma til málmøguleikar. Ein løtu hildu heimmenninir í Budapest, at teir høvdu skorað, men talan var um rangstøðu.

 

Portugal kom á odda seks minuttir fyri tíð, tá Raphael Guerreiro skoraði. Hann rakti ein verjuspælara á vegnum. Løtu seinni var brotsspark, sum Cristiano Ronaldo umsetti til mál og setti punktum til seinast við máli til 3-0.