Okkara grannar, Ísland høvdu nógvar lutir ímóti sær í Lanxess høllini í Köln, tá teir í kvøld spældu dyst móti týsku vertunum í EM-millumbólki 1.
Fyrst spældu týsku vertirnir skeivan tjóðsang, um tað í heila tikið var tjóðsangurin hjá nøkrum landi. Eingin íslendingur í Lanxess-høllini kendi lagið, ið spælt var gjøgnum hátalararnar.
Umframt at hava stóru heimafjøldina ímóti sær, so høvdu íslendingar í avgerandi støðum eisini nakrar dømingar ímóti sær. Men tað er luturin hjá teimum smáu tjóðunum.
Íslendingar megnaðu kortini at geva Týsklandi skarpan gang, og tað var fyrst í teimum doyggjandi sekundunum, at vertirnir kundu tryggjað sær ein 26-24 sigur. Í steðginum var Týskland á odda 11-10. Íslendsku miðlarnir iðra seg tó um, at íslendsku leikararnir brendu ov nógvar málmøguleikar. Móti endanum bjargaði týska málmanskempan, Andreas Wolff tveimum brotskøstum, og tað gjørdi tað ikki lættari hjá Íslandi.
Frakland er fremst í millumbólki 1 við fýra stigum. Eysturríki hevur trý stig, og Týskland og Ungarn hava tvey stig hvør. Kroatia hevur eitt stig, og Ísland er aftast við ongum stigi.
Ísland-Týskland 24-26 (10-11)
Ísland: Janus Daði Smárason 6, Sigvaldi Björn Guðjónsson 4, Aron Pálmarsson 3, Viggó Kristjánsson 3, Elvar Örn Jónsson 2, Ómar Ingi Magnússon 2, Arnar Freyr Arnarsson 1, Bjarki Már Elísson 1, Ýmir Örn Gíslason 1, Elliði Snær Viðarsson 1.
Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 13, 34,21% - Björgvin Páll Gústavsson 2, 66,6%.
Týskland: Juri Knorr 6, Johannes Golla 4, Julian Köster 4, Timo Kastening 3, Sebastian Heymann 2, Kai Häfner 2, Martin Hanne 2, Jannick Kohlbacher 1, Lukas Mertens 1, Rune Damke 1.
Bjargingar: Andreas Wolff 12/3, 33,3%. (Kelda: handbolti.is)
20/1 klokkan 14.30: Frakland-Ísland
20/1 klokkan 17.00: Ungarn-Kroatia
20/1 klokkan 19.30: Týskland-Eysturríki
22/1 klokkan 14.30: Kroatia-Ísland
22/1 klokkan 17.00: Frakland-Eysturríki
22/1 klokkan 19.30: Týskland-Ungarn
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia