EM: Teitur og Hallur síggja eisini fyrimunir við nýggja leistinum

Teitur Matras Gestsson og Hallur Hansson síggja bæði fyrimunir og vansar við komandi EM-undankappingarleistinum

Landsliðsmálverjin, Teitur Matras Gestsson og landsliðsliðskiparin, Hallur Hansson síggja bæði fyrimunir og vansar við tí nýggja EM-undankappingarleistinum hjá UEFA, har tað vera fleiri bólkar við færri liðum, og harvið færri dystum. Føroyar fara framyvir tíðum at vera í einum EM-undankappingarbólki við bert fýra liðum.

 

- Tað er sjálvandi óheppið um vit bara fáa seks landsdystir uppá eitt heilt kappingarár. Men um ein hugsar um teir útlendsku leikararnir, sum kappast í t.d. Champions League, so halda hesir uttan iva, at talan er um eina góða broyting. Sama er galdandi fyri teir sum hava eitt vanligt arbeiði her í Føroyum. Hesir halda kanska eisini, at tað er gott við færri landsdystum. Eisini átti tað at verið størri møguleiki at vunnið seg víðari úr einum bólki við fýra liðum í mun til seks lið. Sigur Teitur Matras Gestsson.

 

- Tað hevur verið nógv trýst á leikarunum, tá vit hava havt landsliðssamlingar, serliga við fýra dystum, men eisini við trimum dystum. So eg haldi tað er frálíkt, tá hugsað verður um heilsuna hjá leikarunum. Eg eri to eitt sindur óttafullur fyri, at teir so fylla restina av landsliðsdøgunum við venjingardystum, tí so verður mongdin av landsdystum tann sama, men við væl færri dystum, har nakað stendur upp á spæl. Men mín fyrsta hugsan um broytingina er positiv. Sigur Hallur Hansson.