EM: TAKK FØROYAR

Stórur týskur hondbóltsmiðil takkar Føroyum fyri luttøkuna í EM-endaspælinum

Óføra føroyska manslandsliðið í hondbólti, og okkara ótrúligu 5.000 fjepparar hava sett síni mongu og jaligu spor í Berlin.

 

Á facebook-síðuni hjá stóra týska hondbóltsmiðlinum, Handball-World hava tey lagt út eina serliga heilsan til føroyska liðið og føroysku áskoðararnar: "Danke Färöer - Für eine Begeisternde EM-Premiere."

 

Takk Føroyar fyri eina EM-frumframførslu, har tit stórliga gleddu okkum.

 

##med2##