EM: Svøríki vann greiðan sigur á Slovenia

Svøríki og Danmark hava fult stigatal í EM-millumbólki 2

Danmark og Svøríki eru fremst í EM-millumbólki 2 við fýra stigum hvør.

 

Fyrr í kvøld vann Danmark stórsigur 39-27 (18-17) á Niðurlondum í Hamburg. Í kvøld vann Svøríki greiðan 28-22 sigur á Slovenia. Í steðginum var Svøríki á odda 11-7.

 

Dagsins leikari var svenski málverjin, Andreas Palicka sum bjargaði 50 prosent av málroyndunum hjá Slovenia.

 

Svøríki og Danmark hava fýra stig hvør. Portugal og Slovenia hava tvey stig hvør, meðan Niðurlond og Noreg hava einki stig.

 

Slovenia - Svøríki 22-28 (7-11)

 

Slovenia: Aleks Vlah 7, Jure Dolenec 4, Miha Zarabec 2, Borut Mackovsek 2, Blaz Blagotinsek 1, Gasper Marguc 1, Stas Jovicic 1, Tilen Kodrin 1, Klemen Ferlin 1, Kristjan Horzen 1, Dean Bombac 1. 

 

Svøríki: Lucas Pellas 8, Sebastian Karlsson 6, Albin Lagergren 3, Eric Johansson 3, Jonathan Carlsbogard 2, Max Darj 2, Felix Claar 1, Jim Gottfridsson 1, Oscar Bergendahl 1, Lukas Sandell 1. 

 

19/1 klokkan 14.30: Slovenia-Portugal

 

19/1 klokkan 17.00: Noreg-Niðurlond

 

19/1 klokkan 19.30: Danmark-Svøríki

 

21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond

 

21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal

 

21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark

 

23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal

 

23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark

 

23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki