Í kvøld klokkan 19.30 stendur slagið millum Føroyar og Noreg í EM-bólki D í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Noreg er greiður favorittur, men við 5.000 føroyskum fjepparum í rygginum fara okkara menn at gera sítt allar ítarsta.
Robert Schulze og Tobias Tönnies úr týsku bundesliguni vóru eitt hálvt vónbrot í dystinum millum Slovenia og Føroyar.
Í kvøld verður tað eitt sveisiskt dómarapar, ið skal døma dystin millum Føroyar og Noreg.
Arthur Brunner og Morad Salah úr Sveis vera dómararnir, ið skulu døma í kvøld. Og so er at vóna, at teir báðir ikki kolldøma mál vit eiga, ella fara at loyva ov nógvum harðligum verjuspæli. Ein kann altíð vóna.
Arthur Brunner og Morad Salah dømdu olympisku hálvfinaluna í Tokyo í 2021 millum mansliðini hjá Danmark og Spania, ið tá var hæddarpunktið á teirra yrkisleið sum dómarar.











