Ungarn kundi í dag taka eitt stórt fet ímóti EM-hálvfinaluni, tá ið Ungarn spældi ímóti Svøríki í Malmö.
Svenski hondbóltsheimurin hevur verið í døpurhuga síðani Portugal hølvaði Svøríki av, og Svøríki hevði als einki at spæla fyri í dag.
Sí hvat liðini høvdu at spæla fyri í dag við at trýsta HER.
Men sviar reistu seg í dag. Eftir ein javnan dyst sum bar brá av, at hetta var sætti dysturin upp á tíggju dagar hjá svium og 11 dagar hjá ungarum, skrædnaði alt seinasta korterið.
Tá ið farið var inn í seinasta fjórðingin av dystinum var støðan 18-18, men sviar skoraðu nú seks mál ímóti ongum, og vunnu dystin 24-18.
Ungarn hevur framvegis møguleikan at spæla seg víðari. Tað krevur, at Ungarn vinnur á Portugal í morgun og at Norra vinnur á Slovenia.
Tað talar kortini ikki fyri møguleikarnar hjá Ungarn, at liðið tóktist troytt í dystinum sum endaði um níggjutíðina í kvøld. Dysturin ímóti Portugal er longu klokkan trý í morgin.
Norra og Slovenia spæla í morgin klokkan eitt korter til seks.
Støðan áðrenn seinasta dagin í bólkaspælinum:
(Innanhýsis úrslit telja, um tvey lið enda jøvn. Ungarn er betri innanhýsis enn Slovenia, og yvirhálar tí, um bæði liðini enda á seks stigum í morgin)
Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
Spania | 4 | 16 | 8 |
Kroatia | 4 | 14 | 8 |
Týskland | 4 | 12 | 4 |
Eysturríki | 4 | -17 | 2 |
Hvítarussland | 4 | -22 | 2 |
Kekkia | 4 | -13 | 0 |
Bólkur 2 | Dystir | Málmunur | Stig |
Norra | 4 | 19 | 8 |
Slovenia | 4 | 9 | 6 |
Ungarn | 4 | -6 | 5 |
Portugal | 4 | -4 | 2 |
Ísland | 4 | -9 | 2 |
Svøríki | 4 | -9 | 2 |