Tað er hálvleikur í søguliga dystinum í bólki D í Berlin millum Slovenia og Føroyar.
Støðan er javnleikur 13-13.
Okkara menn hava tíverri brent ov nógvar málmøguleikar. Føroyar hava skorað upp á 13 av 23 málmøguleikum.
Slovenia hevur skorað upp á 13 av 19 málmøguleikum
##med2##
Føroyar byrjaðu væl og vóru á odda 3-1 og 4-2. Teis Horn Rasmussen fekk heiðurin at skjóta fyrsta EM-endaspælsmálið nakrantíð. Slovenia legði seg framum 8-6, men okkara menn stríddi seg framum um aftur, og við eitt sindur størri neyvleika vóru vit á odda.
##med3##
Ingi Olsen, viðmerkjari hjá KVF helt fyri, at okkara menn vóru ikki hepnir við summar av dømingunum hjá týsku dómarunum.
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/8, Hákun West av Teigum 4/5, Vilhelm Poulsen 2/4, Teis Horn Rasmussen 1/1, Óli Mittún 1/4.
Pauli hevur bjargað fimm av 14 málroyndum. Nicholas Satchwell hevur bjargað eina av trimum málroyndum.
##med3##
##med4##













