EM: Spanski landsliðsvenjarin hevur tikið út 29 leikarar

EM-hópurin skal trimmast niður til 26 leikarar

Spanski landsliðsvenjarin, Luis de la Fuente hevur tikið út 29 leikarar til EM-hópin.

 

Pau Cubarsi, Fermin Lopez, Pedri, Ferran Torres og Lamine Yemal úr FC Barcelona, og Dani Carvajal, Nacho og Joselu úr Real Madrid eru millum teir, ið eru úttiknir. 

 

Spania er í innleiðandi bólki saman við Kroatia, Italia och Albania. Hópurin skal trimmast niður til 26 leikarar undan EM-endaspælinum.

 

Her er spanski hópurin:

 

Málverjar: Unai Simon, David Raya, Alex Remiro.

 

Verjuleikarar: Dani Carvajal, Jesus Navas, Aymeric Laporte, Robin Le Normand, Nacho, Dani Vivian, Pau Cubarsi, Alex Grimaldo, Marc Cucurella. 

 

Miðvallarar: Rodri, Martin Zubimendi, Fabian Ruiz, Mikel Merino, Marcos Llorente, Pedri, Aleix Garcia, Alex Baena, Fermin Lopez. 

 

Framherjar: Alvaro Morata, Joselu, Mikel Oyarzabal, Dani Olmo, Ferran Torres, Nico Williams, Lamine Yamal, Ayoze Perez.