EM: Ísland er víðari!

Við 2-1 sigri á Eysturríki í allarseinastu løtu, eydnaðist Íslandi at koma víðari til áttandapartsfinalurnar

Bara ein hálvur minuttur var eftir, tá Ísland fekk møguleikan at fara í skjótálop, og Theódór Elmar Bjarnason fór stormandi fram í høgru síðu og smekkaði innfyri, har Arnór Ingvi Traustason við aftaru stong fekk prikað bóltin inn um stongina.

Harvið var 2-1 sigurin hjá Íslandi ein veruleiki, og náðileysi veruleikin var samstundis, at Eysturríki fer heimaftur við ongum, eftir at hava tapt ein dyst og spælt tveir javnar.

Bara 18 minuttir vóru farnir, tá Jón Daði Böðvarsson legði Ísland á odda, og leiðslan helt sær, til eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá javnaði Alessandro Schöpf fyri Eysturríki, og 1-1 stóð eisini á máltalvuni, til 93 minuttir og ein hálvur minuttur var farin.

Restin er søga, og mánakvøldið skal Ísland spæla áttandapartsfinalu ímóti Onglandi, sum má sigast at vera higartil nógv størsti og týdningarmesti dystur nakrantíð hjá íslendskum fótbólti. Hinvegin vísir onkur longu á, at svenski landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Lars Lagerbãck, enn ongantíð hevur tapt ein dyst ímóti Onglandi…

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Ungarn og Portugal javnt, 3-3, og tað merkir, at Ungarn vinnur bólkin, Ísland verður nummar tvey og Portugal nummar trý. Í áttandapartsfinaluni skal Ungarn spæla ímóti næstfremsta liðnum í bólki E, og Portugal skal spæla ímóti Kroatia.