EM skelkur: Grikkaland og Kekkia víðari úr bólki A

Tað gekk móti øllum spádómum, tá tað gjørdist greitt, at hvørki Pólland ella Russland koma víðari úr bólki A, men heldur Grikkaland og Kekkia.

 

Kekkia vann 1-0 á Póllandi, meðan Grikkaland púra óvæntað eisini vann 1-0 á favorittinum úr Russlandi. Pólland skuldi vinna á Kekkia fyri at koma víðari, men tað endaði við at Petr Jiracek skoraði einsamalla málið í dystinum góðar tjúgu minuttir fyri tíð. Talan var um ein gott skjótálop, har Milan Baros spældi Petr Jiracek leysan.

 

Í seinastu sekundinum bjargaðu kekkar á sjálvari málstrikuni. Fór tann bólturin inn, so reyk fjórðingsfinalu plássið hjá Kekkia til Russland.

 

Russland var stórfavorittur at koma víðari úr bólkinum, har teir vóru oddalið undan seinasta umfarinum. Stutt fyri hálvleik legði Giorgos Karagounis Grikkaland á odda. Leiðsluna hildu grikkar fast um og vunnu dystin.

 

Hóast Russland hevur betri málúrtøku enn Grikkaland, so koma grikkar víðari, tí at teir eru betri innanhýsis.

 

Grikkaland – Russland 1-0 (1-0)

1-0 Giorgos Karagounis, 45+2.min

 

Grikkaland: 4-3-3

Michalis Sifakis - Vassilas Torosidis, Sokratis Papastathopoulos, Giannis Maniatis, Georgios Tzavellas - Kyriakos Papadopoulos, Giorgios Karagounis (Grigorios Makos, 67), Kostantinos - Katsouranis, Georgios Samaras, Theofanis Gekas (Jose Holebas, 64), Dimitris Salpingidis (Sotirios Ninis, 83)

 

Russland: 4-3-3

Vyacheslav Malafeev - Sergei Ignashevitch, Alexei Berezoutski, Alexander Anyukov (Marat Izmailov, 81), Roman Shirokov - Yuri Zhirkov, Igor Denisov, Denis Glushakov (Pavel Pogrebnyak, 72) - Alan Dzagoev, Alexander Kerzhakov (Roman Pavlyuchenko, 45), Andrey Arshavin

Kekkia – Pólland 1-0 (0-0)

1-0 Petr Jiracek, 72

 

Kekkia: 4-2-3-1

Petr Cech - Tomas Sivok, David Limbersky, Michal Kadlec, Theodor Gebre Selassie - Tomás Hübschman, Jaroslav Plasil - Petr Jiracek (Frantisek Rajtoral, 84), Daniel Kolár, Vaclav Pilar (Jan Rezek, 88) - Milan Baros (Tomas Pekhart, 91),

 

Pólland: 4-1-4-1

Przemyslaw Tyton - Lukasz Piszczek, Marcin Wasilewski, Damien Perquis, Sebastian Boenisch - Dariusz Dudka -Eugen Polanski (Kamil Grosicki, 56), Jakub Blaszczykowski, Ludovic Obraniak (Pawel Brozek, 73), Rafal Murawski (Adrian Mierzejewski, 73) - Robert Lewandowski

 

Bólkur A:

 

1. Kekkia 6 (Víðari)

2. Grikkaland 4 (Víðari)

3. Russland 4

4. Pólland 2