EM-sendingin á Rás2 byrjar kl. 16

Svimjiradio hjá Rás2 byrjar kl. 16 í dag. Hita verður upp til tað stóru løtuna, tá svimjikappin, Pál Joensen skal svimja ta triðju finaluna í EM kappingini fyri juniorar í Beograd. Talan verður um finaluna í 800 metrum frí. Jón Brian Hvidtfeldt og Rókur í Jákupstovu fara at siga frá, tá Pál Joensen vónandi skrivar enn ein glæsiligan kapitul í ítróttarsøgu Føroya. Seinni í kvøld fer Jón Brian at taka saman um EJM-kappingina í svimjing saman við báðum venjarunum, Jón Bjarnasyni og Petur Heðini á Fløtti, har teir eisini fara at tosa um framtíðarútlitini hjá føroyskari elitusvimjing. Høvið verður eisini hjá lurtarunum at senda spurningar til Jón og Petur Heðin á 559999. Í sendingini skulu vit eisini hoyra eina samrøðu við svenska landsliðsvenjaran. Heima í útvarpsstovuni í Miðlahúsinum fer Heri Simonsen at hava gestir í útvarpsstovuni, og Eyðfinn Drewsen fer at velja hóskandi tónleik, tá høvið býðst.