Hjá veruliga fótbóltselskaranum er als ikki nóg mikið, bert at sígja einar tveir dystir um dagin í sjónvarpinum.
Fylgja við
Nei, skal alt fáast við, er eisini umráðandi at fylgja við í tí, sum fyriferst kring tey einstøku liðini.
Nógv av hesum ber sjálvandi til at lesa í bløðunum, hoyra í útvarpinum og síggja í sjónvarpinum, men skalt tú veruliga vera on-line, er bert eitt stað at vera, og tað er sjálvandi á alnótini.
Nógvar síður eru sjálvandi, har til ber at fylgja við gongdini. Flestu bløðini um okkara leiðir hava sína síðu, vælkenda soccernet hevur sjálvandi sítt og so framvegis.
Eisini er ein síða, sum kann breggja sær av at hava heitið, official site, og tað omanfyrinevnda www.euro2000.org.
Mangt og hvat
Á hesi síðu ber til at lesa snøgt sagt alt, sum hevur við EM-endaspælið at gera. Eftir at hava valt, á hvørjum máli tú vilt lesa síðuna, er bara at fara í gongd.
Beinanvegin, sum tú kemur inn á síðuna, er eitt stutt yvirlit, har feskastu tíðindini eru skrivað í stuttum. Við at trýsta á tíðindastubban, ber sjálvandi til at lesa meira um málið.
Er tað eitt serligt land, sum hevur tín áhuga, ber sjálvsagt til at velja seg inn á hetta, so bert tiðindi, sum viðvíkja hesum landi, eru at síggja.
Umframt hesar møguleikar, er hópin av øðrum slóðum so lætt er at finna júst tað, sum hevur tín áhuga.
Hevur tú áhuga í EM-søguni, ber til at lesa um hesa. Minnist tú ikki, hvussu liðini komu til EM, er yvirlit vyir allar dystir í EM-undankappingini. Nágreinulig hagtøl fyri hvønn dystin sær í endaspælinum er sjálvandi at finna.
Kanningarnar
Stuttligasti parturin av síðuni er to helst tær sonevndu polls, har til ber at gera sínar egnu metingar um okkurt aktuelt evni.
T.d. kann síggjast:
- At lesarar av síðuni meta, Schmeicel framvegis er besti málverji í Europa.
- At Holland er landið, sum verður mett at hava bestu møguleikarnir at vinna endaspælið.
- At KluivertBergkamp verða roknaðir sum vandamesta álopsparið.
Óteljandi møguleikar
Omanfyri hava vit bert nevnt heilt fáar av teimum evnum, sum til ber at lesa um á síðuni.
Ein gjøgnumgongd av øllum møguleikum hevði verið alt ov umfatandi til at skrivað í stuttum, men hevur hetta vakt tín áhuga, ber til at kanna eftir sjálv/ur.
Púra vist tykist tó vera, at hetta er »síðan« hjá teimum, sum alla tíðina vilja hava fingurin á pulsinnum, meðan bóltarnir rulla í Hollandi og Belgia.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.









