Frakland vann í gjár 1-0 á Týsklandi. Ein av hendingunum, sum tað hevur verið tosað nógv um eftirfylgjandi er, at Antonio Rüdiger beit Paul Pogba í bakið.
Miðverjin hjá Týsklandi dekkaði Paul Pogba í samband við eina deyðbóltsstøðu, tá hann brádliga lendaði seg framyvir og beit í bakið á franska miðvallaranum. Antonio Rüdiger og Paul Pogba kennast væl, men hetta tóktist ikki hava nakran vinarligan tóna.
– Vit eru vinir, so hetta er ikki nakað stórt, men hann beit meg. Tit hava sæð hendingina í sjónvarpinum, men nú er hatta farið. Eg rópti ikki um gult ella reytt kort, men eg segði tað við dómaran. Tað er hann, sum skal taka avgerðina, men eg ynski ikki at hann skal fáa leikbann av hesum, segði Paul Pogba eftir dystin.
Frakland vann 1-0, eftir at Mats Hummels gjørdi sjálvmál í fyrra hálvleiki.