Fáur fylgir betri við altjóða hondbólti enn danski Rasmus Boysen.
Danska TV2, ið sendir frá EM-endaspælinum í hondbólti um hvat hevur verið best við innleiðandi bólkaspælinum í Týsklandi.
Tað fyrsta Rasmus Boysen dregur fram eru Føroyar: - Bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin komi eg seint at gloyma Føroyar. Føroyar vóru veruliga tað fríska lotið í hesum endaspælinum. Víðkanin av EM frá 16 til 24 lið hevur tað verið tjakast nógv um, men upplivingarnar vit hava havt við Føroyum blástemplar hesa víðkanina, sigur Rasmus Boysen við TV2.
Tað næsta Rasmus Boysen fer at minnast innleiðandi bólkaspælið fyri eru teir dramatisku dystarendarnir. Har nevnir Rasmus Boysen eisini endan av dystinum millum Føroyar og Noreg.
Tað triðja Rasmus Boysen gleðist um við innleiðandi bólkaspælinum er, at áskoðaramet er sett við 53.000 áskoðarum í Düsseldorf. Og so dregur hann eisini fram teir føroysku, íslendsku, donsku, kroatisku og kekkisku fjeppararnar, ið hava skapt góðan stemning í hallunum.