EM: Noreg vann stórsigur á Svøríki í millumbólki 2

Noreg fekk ein góðan enda á EM-millumspælið, men teir enda á einum fimta plássi í millumbólki 2

Norðurlendsk uppgerð var í kvøld í Hamburg í EM-millumbólki 2 millum Noreg og Svøríki.

 

Svøríki hevði longu tryggjað sær annað plássið í bólkinum, og Noreg endaði nummar fimm í bólkinum óannsæð úrslitið.

 

Men Noreg spældi ein flottan dyst og vann stórsigur 33-23. Í steðginum var Noreg á odda 15-12.

 

Gamli liðfelagin hjá Tróndi Mikkelsen, Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal í Viking Stavanger á sinni, Alexandre Blonz gjørdist uppiborið dagsins maður. Alexandre Blonz var stórskjútti við 11 málum í kvøld. 

 

Svøríki skal komandi fríggjadag spæla hálvfinalu móti krútsterka liðnum hjá Fraklandi í Köln. Danmark skal væntandi spæla hálvfinalu móti Týsklandi, men snáva týskarar móti Kroatia skal Danmark spæla hálvfinalu móti Eysturríki. 

 

Noreg - Svøríki 33-23 (15-12)

 

Noreg : Alexandre Blonz 11, Kristian Bjørnsen 5, Tobias Grøndahl 5, Simen Lyse 4, Magnus Gullerud 3, Harald Reinkind 3, Petter Øverby 1, Erik Toft 1. 

 

Svøríki : Lukas Sandell 4, Andreas Nilsson 3, Max Darj 3, Hampus Wanne 2, Daniel Pettersson 2, Karl Wallinius 2, Eric Johansson 1, Sebastian Karlsson 1, Felix Claar 1, Lucas Pellas 1, Jim Gottfridsson 1, Jonathan Edvardsson 1, Oscar Bergendahl 1. 

 

Fyrr í dag tapti Danmark 25-28 (14-17) fyri Slovenia, og Portugal og Niðurlond leiktu javnleik 33-33.

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1Danmark5401158:1328
 2Svøríki5302147:1446
 3Slovenia5302145:1476
 4Portugal5212163:1725
 5Noreg5203150:1494
 6Niðurlond5014154:1731