EM: Noreg bankaði Eysturríki - Svøríki tapti fyri Ungarn

Frakland vann á Spania

Þórir Her­geirs­son er høvuðsvenjari hjá Noregi

Seks dystir eru leiktir í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum í dag.

 

Noreg smurdi eysturríksku vertirnar av í bólki A í Innsbrück. Svøríki tapti greitt fyri ungarsku vertunum í bólki E í Debrechen, og Frakland vann á Spania í bólki C í Basel. 

 

Her eru dagsins úrslit:

 

Bólkur A, Debrechen:

 

Norðurmakedonia-Turkaland 25-25 (12-15)

 

Svøríki-Ungarn 25-32 (13-16) - Jenny Karlsson var toppskjútti hjá Svøríki við seks málum. Katrin Klujber var toppskjútti hjá Ungarn við átta málum.

 

Ungarn hevur fýra stig, Svøríki hevur tvey stig, og Norðurmakedonia og Turkaland hava eitt stig hvør.

 

2. desember er skráin: Norðurmakedonia-Ungarn og Turkaland-Svøríki.

 

Bólkur C, Basel:

 

Póland-Portugal 22-21 (11-10)

 

Frakland-Spania 24-22 (10-11) -  Chloe Valentini var toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Danila So Delgado var toppskjútti hjá Spania við níggju málum.

 

Frakland hevur fýra stig. Spania og Póland hava tvey stig hvør, og Portugal er aftast við ongum stigi.

 

2. desember er skráin Póland-Spania og Portugal-Frakland. 

 

Bólkur E, Innsbrück:

 

Noreg-Eysturríki 38-24 (23-14) - Kristine Breistøl var toppskjútti hjá Noreg við seks málum. Josefine Huber, Ines Ivančok og Katarina Pandza vóru toppskjúttar hjá Eysturríki við fýra málum hvør.

 

Slovenia-Slovakia 37-24 (18-10)

 

Noreg hevur fýra stig. Slovenia og Eysturríki hava tvey stig hvør, og Slovakia er aftast við ongum stigi.

 

2. desember er skráin: Eysturríki-Slovenia og Noreg-Slovakia. 

 

Þórir Her­geirs­son er høvuðsvenjari hjá Noregi