Ein av teimum allarbestu hondbóltsleikarunum í søguni er nú enn meira søguligur.
Tá Frakland ígjár vann 34-32 skoraði hondbóltslegendan, Nikola Karabatic fimm mál fyri Frakland. Tá hann skoraði fimta málið hjá sær ígjár bleiv hann staðfestur søguligur EM-toppskjútti.
Nikola Karabatic hevur nú skotið 289 mál í EM-endaspølum. Gamla metið átti Guðjón Valur Sigurðsson hjá við 288 málum fyri Ísland í EM-endaspølum.
Nikola Karabatic hevur nakrar dystir eftir í hesum EM-endaspælinum, har hann kann byggja uppá metið hjá sær.
Nikola Karabatic hevur vunnið OL-gull tríggjar ferðir, HM-gull fýra ferðir og EM-gull tríggjar ferðir við Fraklandi. Hann hevur eisini vunnið Champions League tríggjar ferðir. Hann hevur verið franskur meistari 15 ferðir, og týskur meistari fýra ferðir.
Í samrøðu við danska TV2 greiddi Nikola Karabatic frá, at mamma hansara hevur gingið ræðuliga høgt uppí, at hann skuldi taka metið hjá Guðjóni Vali Sigurðssyni. Nikola Karabatic væntar tó, at danski Mikkel Hansen kann taka metið frá honum. Mikkel Hansen hevur skotið 276 mál fyri Danmark í EM-endaspølum.
Her er søguligi EM-toppskjúttalistin:
Nr | Leikari | EM-mál | ||||
---|---|---|---|---|---|---|
1 | Nikola Karabatic | 289 | 2000-2024 | |||
2 |
| 288 | 2000-2022 | |||
3 | Mikkel Hansen | 276 | 2010-2024 | |||
4 | Stefan Lövgren | 203 | 1994-2004 |