EM: Nicolo Zaniolo verður ikki við Italia í summar

Framrættaði italski Aston Villa leikarin verður uttanfyri við skaða

Mynd: Scanpix

Framrættaði italski landsliðsleikarin hjá Aston Villa, Nicolo Zaniolo verður ikki við í italska EM-hópinum í summar.

 

Italia er í einum torførum innleiðandi EM-bólki, har mótstøðuliðini eru Albania, Spania og Kroatia.

 

Nicolo Zaniolo bleiv skaddur í 3-3 javnleikinum hjá Aston Villa móti Liverpool á heimavølli fyrradagin.

 

Nicolo Zaniolo hevði áðrenn tann dystin verið uttanfyri við skaða í fýra vikur. Í dystinum móti Liverpool var Nicolo Zaniolo skiftur inn tá 65 minuttir vóru leiktir, men hann mátti av vøllinum við skaða bert 14 minuttir seinni.

 

Italski landsliðsvenjarin, Luciano Spalletti sigur við italskar, at hann aftaná at hava tosið við skadda leikaran, at hann hevur ongar vónir um, at Nicolo Zaniolo verður klárur at tørna út fyri Italia, ið spælir fyrsta innleiðandi dystin móti Albania á Westfalen leikvøllinum í Dortmund, sum verður spældur tann 15. juni. 

 

Nicolo Zaniolo hevur spælt 19 A-landsdystir fyri Italia. Hann hevur higartil skotið tvey mál fyri Italia. 

 

Mynd: Scanpix