EM: Manuel Neuer fer at verja týska málið

Landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann slær fast, at málmansveteranurin hevur hansara álit

38 ára gamli Bayern München málverjin, Manuel Neuer kemur at verja málið hjá Týsklandi, ið er EM-vertur í summar.

 

Tað staðfestir landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann sambært týska SkySports.

 

Landsliðshópurin verður endaliga úttikin hósdagin 16. mai, men tað er longu nú givið, at Manuel Neuer verður fyrsti málverjin, um ikki skaðar ella annað kemur í vegin.

 

Tað verður sostatt ikki FC Barcelona málverjin, Marc- André ter Stegen, ið verður fyrsti málverjin hjá Týsklandi á hesum sinni.